Filmurin


"Grindadrápið hevur hjálpt føroyingum at yvirliva í einum hørðum náttúruumhvørvi í óteljandi ættarlið, men sama eitrið, sum hóttir hvalirnar hóttir nú eisini fólkini, ið eta teir.

Føroyingum nýtast ikki at slíta serliga sambandið við grindahvalin, men heldur at umdefinera tað: Hugtakandi djórini kunnu halda fram við at hava virði fyri føroyingar gjøgnum hvalaferðavinnu, heldur enn sum matvøra, á ein hátt, sum kann lívbjarga bæði hvalum og føroyingum langt inn í framtíðina.
- Sir David Attenborough:  BBC sjónvarpsvertur og rithøvundur, London

Grindahvalurin

Grindahvalurin (Globicephala melas) er eitt av størstu djórunum í springarafamiljuni. Hann er ein ímynd av føroyskari mentan, hevur hjálpt føroyingum at yvirliva í fleiri øldir og hevur ferðast á hesum havleiðum í fleiri milliónir ár.

Grindahvalir liva í familjubólkum, sum eru samansettir av honum, ungum teirra og av eldri hvalum. Ein vanligur bólkur hevur næstan 70% hondjór, og fyri at sleppa undan innannøring makast hesar bert við hannum úr øðrum bólkum. Líknandi familjubólkar, har honirnar hava avgerandi leiklutin, eru óvanligir í djóraheiminum, og er eitt eyðkenni, sum grindahvalurin hevur til felags við elefantar, okkum menniskju og aðrar primatar.

Making hendir oftast um summarið, og ungarnir koma undan 12 mánaðir seinni. Ein ungi sígur mjólk í trý ár ella fleiri. Allir hvalirnir í bólkinum eru við at ansa eftir teimum ungu hvalunum. Eldri honir taka sær ofta av ungunum, og tað er vanligt at ungar síga frá øðrum honum enn mammuni, tá ið hon er burturstødd.

Honirnar fáa ein unga fjórða- til fimtahvørt ár, og vanliga bara tríggjar ella fýra ferðir í teirra lívstíð. Hetta merkir, at grindahvalir eru serliga viðbreknir yvirfyri umhvørvisbroytingum og øðrum hóttanum.

Ein hon kann liva í fleiri enn 60 ár og hannar í umleið 45 ár. Fullvaksnir hvalir kunnu gerðast upp til seks metrar langir og viga fleiri enn tvey tons.

Grindahvalir eru sosial djór, sum brúka eitt fjølbroytt úrval av klikkjum og brúkslum, tá ið teir samskifta, navigera og veiða í djúpum vatni.

Grindahvalir liva í familjubólkum gjøgnum alt lívið. Eygleiðingar av mammum, sum hava borið deyðar ungar í dagavís, er eitt gott dømi um sterku sosialu bondini og evni at syrgja deyðar familjulimir. Ungir hvalir kunnu ikki kava djúpt og halda til nærindis vatnskorpuna, har eldri hvalir taka sær av teimum, meðan restin av bólkinum kavar eftir føði.

Gransking vísir, at ein bólkur hevur sítt egna úrval av ljóðum, sum kallast dialekt. Granskarar halda, at ljóðini vera brúkt at samskifta, at kenna hvønn annan aftur, og at styrkja um sínámillum sosialu bondini. Hetta kann samanlíknast við mál. Granskingin vísir eisini, at serstøku rópini hjá einum bólki verða førd víðari frá einum ættarliði til tað næsta sum eitt slag av mentanarligum arvi, eitt eyðkenni, sum grindahvalir hava til felags við avgustar og bóghvítuhvalir, eins og við okkum og aðrar primatar.

Landgongdir

Av og á gera stórir bólkar av grindahvalum landgongd og doyggja, tá ið teir vera fangaðir av háfjøruni. Vit vita lítið um, hví hetta hendir, og fólk gera ofta nógv burturúr at bjarga teimum.

Orsøkin kann vera, at ekkoloddið hjá hvalunum er blivið órógvað av veðurlagnum, undirsjóvarlandslagnum, ella seismiskum virksemi. Larmur av menniskjum, til dømis seismiskar royndir í sambandi við olju- og gassleiting ella ekkolodd frá hernaðarskipum, kunnu eisini ræða hvalirnar ella gera invortis skaða á teir. Hvalirnir kunnu eisini blíva fangaðir av at stuðla einum sjúkum hvali, sum hevur leita sær inn undir land.

Pilot Whales, Photo by Andrew Sutton

Grindastovnurin

Summir stovnar av hvali og springara eru minkaðir upp til 95% ella meir. Tíverri eru fleiri hvalasløg í sera hættisligari støðu, meðan onnur eru fyri vaksandi hóttanum av menniskjaskaptum umhvørvisbroytingum.

Tað er torført at telja hval. Eygleiðingarkanningar kunnu brúkast at meta um støddina á einum stovni, men kunnu ikki siga nakað um, at stovnurin er støðugur, vaksandi ella minkandi. Seinasta kanningin av grindastovninum bendi á, at tað kunnu vera upp til 700.000 hvalir í Norðureysturatlantshavi, og hetta verður ofta brúkt sum grundgeving fyri, at ein fongur á umleið 7-800 hvalir um árið er burðardyggur. Men kanningin var gjørd fyri 20 árum síðani, og vaksandi hóttanir síðani tá hava ivaleyst havt negativa ávirkan á grindastovnin.

Djórapínsla

Var nýggj grindalóggáva samtykt fyri at minka um líðingina og fyri at skunda undir avlívingina av hvalum. Lógin krevur, at mønustingarin og kúluongulin vera brúktir í staðin fyri ávikavist grindaknívin og sóknarongulin. Harafturat verður kravt, at luttakandi í grindadrápi hava tikið skeið í nýggju hvalaveiðuhættunum og fingið loyvisbræv at drepa grind.

Framstigini eru vælkomin, men grindaraksturin og drápsgongdin fer framhaldandi at hava við sær ræðslu og líðing fyri hvalirnar, sum at enda verða avlívaðir undir liðini á hvørjum øðrum. Tað er eisini ivasamt, um nýggi mønustingarin kann hava við sær eina nóg skjóta avlíving í tílíkum kaotiskum umstøðum, sum í einari stórari grind.

Grindahvalir vísa ein samansettan atburð, og hava ein sterkan sans fyri samanhaldi og enntá mentan. Teir líkjast okkum í hesum sambandi. Lítil ivi er um, at grindadrápið elvir til stóra ræðslu og likamliga líðing fyri tílíkar framkomnir skapningar. Harafturat kunnu álvarsamir etiskir spurningar setast við drápið av heilum familjubólkum, sum írokna tvílívaðar og bróstagevandi mammur. Serliga, tá ið drápini ikki longur veita eina týdningarmikla ella trygga føði fyri menniskju.

"Fólk uppi á landi verða fálig, hóast fongfrøina varnast tey morðið, tað fellur teimum fyri bróstið at síggja hvalirnar so uppkarvaðar, teir somu hvalirnar, sum tey fyri løtu sóu koma so fríðar og fermar við øllum úthavsins stórlæti og frískleika yvir sær."

Heðin Brú – Feðgar á ferð

Hvalir og hvalaveiða

Tað finnast næstan 90 ymisk sløg av hvalum og springarum um allan heim, og tey kunnu býtast í tveir bólkar:

Barduhvalir, eitt nú bláhvalurin, brúka bardur í munninum at síla æti og smáan fisk frá vatninum. Bardur eru smáar beinutar plátur úr keratini, sama sum negl hjá menniskjum eru gjørdar av. Kúlubøkur gera ofta vatnbløðrur í einum øki fyri at savna saman stórar munnbitar, sum teir síðani síla frá vatninum gjøgnum bardurnar.

Breaching Humpback Whale, Photo credit NOAA

Summir barduhvalir eru ómetaliga stórir, størri enn størstu dinosaurarnir vóru. Hesin bláhvalurin er umleið 30 metrar langur og vigar heili 150 tons. Sjálvt ein nýføddur bláhvalur er sjey metrar langur og vigar trý tons!

Tannhvalir, eitt nú avgustar, bóghvítuhvalir, springarar og nísur eru virkin rándýr, sum brúka ekkolodd at veiða fisk ella høgguslokk, ella onnur havsúgdjór sum kóp og annan hval.

Sperm Whale, Photo by Andrew Sutton/Eco2

Størsti tannhvalurin er avgusturin, ella spermurin, sum serliga er blivin kendur av episku skaldsøguni Moby Dick hjá Herman Melville. Hesin 18 metra langi og 60 tons tungi risin hevur størsta heilan av øllum livandi skapningum, sum nakrantíð hava livað. Lítil ivi kann vera um, at endamál má hava verið við at avgustaheilin, sum vigar næstan seks verðir meir enn menniskjaheilin, hevur ment seg so stóran.

Bowhead Whales, Photo credit NOAA

Hvalir kunnu liva leingi. Nebbafiskur og avgustur kunnu liva fleiri enn 100 ár, men skutils-endar eru funnir í slættibøkum við norðurpólin, sum vísa, at tær kunnu liva í heili 200 ár!

Photo by Votier

Tíverri hevur vinnulig veiða av stórum hvali týnt eitt hvalaslag fyri og annað eftir. Til dømis vóru umleið 350.000 bláhvalir dripnir bara í 20. øld, og bara fáir túsund eru eftir í dag, møguliga ov fáir til at stovnurin kann koma fyri seg aftur.

Whaling Data Graph, Data provided by the International Whaling Commission

Eirindaleysa jagstranin av stórum hvali, fyri at útvinna olju og kjøt, var bara steðga, tí at stovnarnir minkaðu so nógv, og tí at stórhvalaveiða harvið ikki longur loysti seg. Stovnarnir av bláhvali, nebbafiski, kúlubøku, slættibøku, seiðhvali og avgusti lækkaðu ógvusliga við upp til 95%.

Av tí at oyðing av summum hvalasløgum gjørdist ein veruligur vandi, var eitt varandi forboð sett ímóti at veiða stórar hvalir í Altjóða Hvalaveiðunevndini (IWC) í 1986, sum ST stuðlaði. Síðani hetta hava nøkur fá lond, sum ikki taka undir við forboðnum, staðið fyri vinnuligari veiðu av næstan 40.000 hvalum. Í dag verður ein av smærru barduhvalunum, sildreki, veiddur, hóast tað er sera ivasamt hvussu stovnarnir hava tað, og hóast hetta hvalaslagi er fyri vaksandi hóttanum.

Smáðir hvalir og springarar, eisini grindahvalir, verða veiddir í sera stórum tali ymsastaðni í heiminum og uttan um altjóða stýring og viðtøkur.

Hóttanir

Hvalir nørast spakuliga. Hetta er orsøkin til at fleiri hvalasløg og -stovnar ikki eru komin fyri seg aftur, hóast strangt eftirlit hevur verið í fleiri áratíggir. Tíverri er møguligt at summi sløg ikki fara at koma fyri seg orsaka av vaksandi hóttanum frá veiðu, umhvørvisbroytingum, dálking, ovfisking, menniskjaskaptum larmi (ljóðdálking), ella av, at hvalirnir vera ásigldir ella fangaðir í trolum og nótum.

Photo by Marna Frida Olsen

Veiða

Smáðir hvalir og springarar, eisini grindahvalir, verða veiddir í sera stórum tali ymsastaðni í heiminum og uttan um altjóða stýring og viðtøkur.

Climate Change and its affects on marine life

Veðurlagsbroytingar

Veðurlagsbroytingar og heitari havstreymar hava við sær flytingar og minkandi tal av djórum, sum hvalirnir kunnu veiða.

Photo by Andy Ottoway

Dálking

Dálkandi evni frá ídnaði savnast í vandamiklum nøgdum í gøgnum, kjøti og spiki á hvali og springara. Hesi evni eru ein álvarsom hóttan, bæði fyri djórini og tey, sum eta tey.

Photo from

Burturkast

Næstan 300.000 hvalir og springarar drukna í sleptum trolum og nótum hvørt ár. Fleiri afturat doyggja av at svølgja burturkast, til dømis plast, sum tey halda vera føði.


Photo from NOAA

Ovfisking

Vinnulig ovfisking hevur við sær minkandi fiskastovnar, sum hevur við sær minni føði til hvalir og minni føði til tey dýr, sum hvalirnir eta. Sjálvt krill, sum er vanlig føði hjá barduhvalum, verður nú tikið upp úr sjónum í stórum tali við vinnuligum vinningi fyri eyga.

Photo by Alisa Schulman-Janiger

Ásigling

Vaksandi larmur frá skipaferðslu órógvar samskifti hjá hvalunum, og eitt ókent tal av hvalum doyggja av at vera ásigldir av skipum, sum teir ikki síggja ella hoyra.

Photo by Shawn Torgerson

Larmur (ljóðdálking)

Sterkt ekkolodd frá hernaðarskipum og olju- og gassleitingum hevur við sær so nógvan larm, at tað er skaðiligt fyri hvalir, av tí at teir hava serstakliga viðkvæma hoyrn (ekkolodd).

 

 

EITRAÐIR HVALIR, EITRAÐI MENNISKJU

Dálking er ein av størstu hóttanum ímóti grindahvalinum. Síðani 2008 hava føroyskir heilsumyndugleikar ávarað ímóti at eta grind og spik, tí at maturin ikki longur verður mettur at vera egnaður sum menniskjaføði. Toksin í kjøtinum og spikinum kunnu elva til krabbamein og kunnu hava álvarsliga ávirkan á nervalag, órininkervi og nøringarevni hjá menniskjum.

Her er greitt ósamsvar við ráðini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum viðmælir fólki ikki at eta meir enn 250 gram av kjøti um mánaðin, og at børn og kvinnur, sum eru við barn, ikki eta tað yvirhøvur.

Men hóast hesar ávaringar vera 7-800 grindahvalir, og onkuntíð springarar og døglingar, dripnir í miðal um árið. Stóru nøgdirnar av mati eru fleiri ferðir tað, sum sjálvt Heilsufrøðiliga Starvsstovan viðmælir at vera 'trygt' at eta.

Krabbamein, Parkinson's sjúka, æðrakálking, minkandi nøringarevni hjá monnum og kvinnum, sukursjúka, og darvað fosturmenning eru bara nøkur av álvarsligu heilsuárinunum, sum verða sett í samband við eiturevnini í grindahvali.

Framtíðin

Grindahvalurin kann framhaldandi stuðla føroyingum, ikki sum matur, men heldur sum liður í hvalaferðavinnu. Fjarskotin støð í norðuratlantshavi, sum Føroyar og Ísland, eru vælegnaðar til hvalaeygleiðing, tí so nógv ymisk sløg av hvali og springara vitja har.

Hvalaferðavinna er vaksandi. Á Asorunum, har hvalaveiða steðgaði í 1986, er hvalaferðavinna verd umleið $8 milliónir. Á Madeira er hon verd umleið $7 milliónir. Á Kanarisku oyggjunum verða grindahvalir eygleiddir av fleiri túsund fólkum um árið, og har er vinnan verd heilar $60 milliónir! 13 milliónir fólk gjalda fyri at eygleiða hval hvørt ár, og kring heimin er hvalaferðavinnan verd heilar $2 milliardir. Hetta bendir á, at virði og møguleikarnir fyri inntøku frá livandi hvalum bara kann vaksa.

Dálking er ein av størstu hóttanum ímóti grindahvalinum. Síðani 2008 hava føroyskir heilsumyndugleikar ávarað ímóti at eta grind og spik, tí at maturin ikki longur verður mettur at vera egnaður sum menniskjaføði.

TÍÐINDI

24. januar 2018

Bretsk-føroyski felagsskapurin Grindahvalur er farin undir eina nýggja herferð í Føroyum. Endamálið hjá felagsskapinum er at veita óhefta, dagførda, vísindaligt-grundaða vitan um grindahval, eitrandi dálking og fólkaheilsu. Eitt avrit av tíðindaskrivinum sæst her.

1.januar varð ein talvulýsing sett upp í Tórshavn fyri at vísa á ta hóttan, sum ídnaðarlig dálking er fyri bæði hval og fyri tey fólk, sum eta hval. Lýsingin mælir fólki til at eta meira fisk og ikki grindahval fyri at liva heilsugott. Talvan sæst her.

Í hesum sambandi verður í dag sent eitt upplýsandi rit út til øll húsarhald í Føroyum. Ritið veitir dagførda, faktuella vitan um vandan við eitrandi dálkingarevnum, sum hópast upp í føðiketuni til hvalin og til fólkini, sum eta hvalatvøst og spik. Ritið sæst her.

Pál Weihe, yvirlækni á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, hevur tey seinastu 30 árini, mangan víst á henda vanda. Hann metir, at grindahvalur er ikki egnaður sum mannaføði, og altjóða vísindalig gransking stuðlar undir hansara áskoðan á vandan við hesum eitrandi dálkingarevnum.

Meiri vitan um hetta evni er at finna á hesari heimasíðu.

Íkast

Runi Nielsen

Rúni Nielsen: Matvøruráðgevi, Føroyar

"Eg arbeiði í løtuni sum matvøruráðgevi, men eg havi eisini arbeitt við djóravælferð, og seinastu árini eri eg farin at stúra meira um framtíðina við grindadrápi í Føroyum.

Eg eri sjálvandi áhugaður í matvørutrygd, men eg eri eisini harmur um djórapínsluna í sambandi við drápið og hóttanina ímóti djórunum, ti vit minkað um arvagóðsi í stovninum. Eg eri vorðin meira áhugaður í hvalunum, og jú meir eg læri, meir finni eg útav um, hvussu merkisverd hesi djórini eru, og eisini um hóttanirnar ímóti teimum.

Eg haldi at tíðin er búgvin at umhugsa eina øðrvísi framtíð, bæði fyri hvalir og føroyingar."

Dr Pal Weihen

Dr Pál Weihe: Leiðari á Deildini fyri Arbeiðs- og almannaheilsu, Føroyar

"Á ein hátt kanst tú siga, at vit hava biðið føroyska almenningin um at sleppa einari siðbundnari matvøru, tí at maturin er blivin eitraður av globalari dálking. Dálkingin er ikki skapt her á landi. Hetta er dálking frá altjóða samfelagnum.

Eg vóni at tann uppofran, sum føroyski almenningurin ger, um fólk gevast við at eta henda siðbundna mat, kann brúkast sum ein boðskapur til umheimin; at vit skulu ansa betur eftir heimshøvunum, tí um menniskju kunnu líða av dálkingarevnunum, so kunnu vit ganga út frá, at hvalirnir eisini líða av teimum."

Marna Frida Olsen

Marna Frida Olsen: Samskiftisráðgevi, Føroyar og Danmark

"Í 2014 fór eg at hyggja at grindahvali í Tarifa í Suðurspania. Sum føroyingur var tað ótrúligt at síggja djórini svimja frí og í teirra natúrliga umhvørvi. Eg trúgvi at hvalaferðavinna, og ikki dráp, er ein framtíð, sum hevði komið bæði føroyingum og hvalum til góðar."

Jens Mortan Rasmussen

Jens Mortan Rasmussen: Lærari og grindamaður, Føroyar

"Eg trúgvi, at um grindadrápið steðgar, verður tað gott fyri hvalaeygleiðing og ferðavinnu í Føroyum. Eg vænti at hvalirnir vera oftari at síggja í firðunum og kring oyggjarnar."

Ingi Sorensen

Ingi Sørensen: Myndamaður og kavari, Føroyar

"Føroyingum nýtast ikki tvøst og spik meir, serliga ikki, tá ið maturin er eitraður.

Í gomlum døgum høvdu vit brúk fyri tí, og vit høvdu ikki verið her, um vit ikki høvdu havt grindina. Men ikki nú, og sjálvandi áttu vit at givist við at drepa grind. Sjálvt okkara egnu vísindafólk siga, at djórini eru eitrað, og tí mugu vit steðga við tí."

Fabian Ritter

Fabian Ritter: Havlívfrøðingur og grindagranskari, Berlin

"Tað serstaka við grindahvali er, at hann heldur saman í familjubólkum. Hetta er serstakt í djóraheiminum. Hvalirnir eru sosial og halda saman við mammum, systrum, brøðrum, í sama bólki.

Á hinari síðuni hava vit nógvar hóttanir ymsastaðni frá móti grindahvali og øðrum hvalum, og samstundis veit eingin, hvussu nógvir grindahvalir eru í norðuratlantshavinum. Um vit taka hædd fyri øllum hesum, áttu vit ikki at dripið teir."

Sir David Attenborough

Sir David Attenborough: BBC sjónvarpsvertur og rithøvundur, London

"Grindadrápið hevur hjálpt føroyingum at yvirliva í einum hørðum náttúruumhvørvi í óteljandi ættarlið, men sama eitrið, sum hóttir hvalirnar, hóttir nú eisini fólkini, ið eta teir.

Føroyingum nýtast ikki at slíta serliga sambandið við grindahvalin, men heldur at umdefinera tað: Hesi hugtakandi djórini kunnu halda fram við at hava virði fyri føroyingar gjøgnum hvalaferðavinnu, heldur enn sum matvøra, á ein hátt, sum kann lívbjarga bæði hvalum og føroyingum langt inn í framtíðina.